Mælir til bara at avreiða til menning í Hvalba

bannari
Mælir til bara at avreiða til menning í Hvalba
Fiskimálaráðið hevur ikki enn tikið støðu til, hvussu verður við menningarkvotunum hjá P/f Vørðustíggi í Sandoynni
Eysturbúgvin fiskar menningarkvoturnar hjá Vørðustíggi.
 
28.11.2018 - 12:52

Vørðustíggjur hevur skotið upp, at menningarkvoturnar hjá felagnum verða minkaðar 20 prosent, og tey 80 prosentini, sum tá eru eftir, verða avreidd í Hvalba, sum eisini hevur fingið menningarkvotur.

20 prosent høvdu kunnað verið avreidd í Skopun, tók virkið har ímóti.

Vørðustíggjur fekk freist til fríggjadagin seinnapartin í síðstu viku at fáa avtalu í lag við Sandoy Seafood, so tillutaðu menningarkvoturnar kunnu avreiðast og virkast í Sandoynni, sum ætlanin var við kvotununum.

Vørðustíggjur fekk eitt árs menningarkvotu, 1.300 tons av makreli og 1.000 tons av norðhavssild. 

Skopun og Hvalba 

Fiskurin skuldi landast til fiskavirkið í Skopun, og eisini fekk reiðaríið Vørðustíggjur loyvi at landa restina til virkið í Hvalba.

Men tá avtornaði, vóru reiðaríið og Sandoy Seafood ikki samd um treytirnar fyri at landa makrel og norðhavssild til virkið í Skopun.

Tí er størsti parturin av menningarkvotuni, sum Eysturbúgvin og Vesturbúgvin higartil hava fiskað, landaður til Pelagos í Fuglafirði.

Tað er brot á økisrættarligu treytirnar fyri at fáa hesa menningarkvotur, sigur Fiskimálaráðið, sum tí gav Vørðustíggi freist til fríggjadagin at fáa viðurskiftini í rættlag. 

Annars verður restin av kvotunum tikin aftur, skrivaði Fiskimálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444