Uppskot um fiskidagar á veg í tingið

bannari
Uppskot um fiskidagar á veg í tingið
Fiskidagarnir næsta ár eru nú á veg í tingið úr landsstýrinum.
 
19.11.2018 - 06:51

Landsstýrið samtykti fríggjadagin at lata løgtinginum uppskot um at broyta lógina um fyrisiting av sjófeingi, so fiskidagar eisini vera í 2019 í staðin fyri kvotur, sum lógin annars sigur.

Talan er bólkarnar tvey og trý, trolarar og línuskip.

Tingfundur verður í morgin.

Ikki er greitt, hvat stendur í uppskotinum úr landsstýrinum.

Ein møguleiki, sum er nevndur, er, at óbrúktir dagar verða strikaðir fyri at verja fiskastovnarnar, nú fiskiskapurin undir Føroyum er vorðin betri aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444