Føroysk barnabók fingið altjóða viðurkenning

Føroysk barnabók fingið altjóða viðurkenning
Altjóða ungdómsbókasavnið IYL hevur enn einaferð latið viðurkenningina White Raven til Bárð Oskarson, hesuferð fyri nýggjastu bókina, Træið.
 
05.10.2018 - 13:12

Hvørt ár gevur IYL nøkrum nýggjum barna- og ungdómsbókum úr øllum heiminum hesa viðurkenning, og talan er um bøkur, sum tey meta hava serliga góðsku og skaldsliga og myndlistarliga dygd.

Hinar bøkurnar hjá Bárði Oskarson, sum hana fingið White Raven, eru Ein hundur, ein ketta og ein mús frá 2004, Stríðið um tað góða grasið frá 2012 og Wilbert frá 2016.

Træið er eisini í uppskoti til at fáa Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins og Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947