"Flata kaninin" á bókamessu í Gøteborg

"Flata kaninin" á bókamessu í Gøteborg
Nú summarið er farið at halla, byrja bókamessurnar aftur
 
22.09.2014 - 15:21

Fyrsta bókamessan verður í Gøteborg, har Niels Jákup Thomsen fer at umboða Bókadeildina. Í sambandi við at Flata kaninin hjá Bárði Oskarsson er í uppskoti til Norðurlendska barna- og ungdómsbókaprísin, so er Bárður eisini boðin yvir til Gøteborg, skrivar Lærarafelagið.

Bárður er væl dámdur av forløgnum í øðrum londum. Stutt siðani kom Flata kaninin út í Kanada og Norðuramerika, og harafturat hevur Bókadeildin skrivað undir sáttmála við kekkiskt forlag um at geva bókina út.

Føroyskir høvuðspersónar

Á bókamessuni í Gøteborg verður spennandi seminar, sum FarLit skipar fyri. Høvuðspersónarnir á seminarinum verða Katrin Ottarsdóttir, Sissal Kampmann og Marjun S. Kjelnæs.

Umframt mong onnur avrik, sum film, sjónleik og barna- og ungdómsbøkur, so hava tær allar tríggjar givið út yrkingar, og í tí sambandi fer Jenny Johannessen at seta teimum spurningar og greiða frá teirra skaldskapi í Gøteborg.

Í sambandi við at bókamessurnar nú byrja aftur, hevur Bókadeildin latið gjørt nýtt Foreign Rights katalog fyri 2014. Tað vísir seg at vera stórur áhugi fyri okkara bókum uttanlands, og tí er tað umráðandi, at vit fáa varpað ljós á útgávur okkara eisini á enskum máli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297