650 orð - Góðan morgun Føroyar

650 orð - Góðan morgun Føroyar
Hetta næsta hálvárið verður tátturin 650 orð nýtt innslag í sendingini. LES NIÐANFYRI
 
28.08.2014 - 10:04

650 orð í morgunsendingini

Góðan morgun Føroyar fer í vetur eitt legg út í bókmentaheimin, tann nýskapandi bókmentaheimin! Hetta næsta hálvárið verður tátturin 650 orð nýtt innslag í sendingini. Hvønn hósdag millum 8 og 9 ber til at hoyra nýskrivaðan tekst eftir føroyskan høvund, og hvørja viku kanst tú gera eina roynd at skriva tekstin, sum verður lisin.

Í sendingini geva vit tær nýtt hugskot hvørja viku, sum skrivast skal út frá. Vit velja ein av innkomnu tekstunum og lesa hann upp í sendingini vikuna eftir. Hugskotini fara at liggja á heimasíðu okkara kvf.fo/gmf og á facebook-vanganum. Har liggja altíð tey fýra komandi hugskotini. 

Tekstirnir skulu vera heilt stuttir, í mesta lagi 650 orð (uml. 5 min. at lesa upp). Tú velur sjálv/ur formin. Tað kann vera ein stutt stuttsøga, ein hugleiðing, ein yrking, eitt bræv, ein uppskrift, ein vegleiðing, men sjálvandi skal alt vera meira ella minni fiktión. Tað er loyvt at verða dulnevndur í ”650 orð,” men GMF skal tó kenna høvundan.

Rakel Helmsdal, marionettleikari, rithøvundur og undirvísari í skriving í 14 ár, velur tekstirnar og lesur upp. Upplisni teksturin verður ikki altíð bara valdur, tí tað er besti teksturin bókmentaliga, men kanska líka ofta tí, at tað er teksturin, sum hevur tulkað hugskotið á forvitnisligasta, áhugaverdasta ella snildisligasta hátt. Øll hava sín stíl at málbera seg, og so leingi tað ikki er ein tekstur, ið skal á prent, men bara livir í løtuni hann verður hoyrdur, so kunnu vit loyva okkum eitt sindur av licentia poetica.

Beint undan jólum gera vit eina sending við øllum teimum útvaldu tekstunum og lata lurtarar atkvøða um, hvør tekstur er tann besti. Vinningurin verður kunngjørdur í næstum. 

Hetta er fyrsta hugskotið, ið tú fært at kveikja tekst tín við. Byrja ein tekst við setninginum: “Hurðin small harðliga aftanfyri hana......”

Adressan er gmf@kvf.fo - viðmerk 650 orð í evnisteiginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297