Kringvarpsgjald og fíggjartøl

Um KVFOkkara leiklutur
Kringvarpsgjald og fíggjartøl
Les meiri um inntøkugrundarlagið hjá stovninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2021 - 14:26

Virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Harumframt fær KVF inntøkur frá Gekkinum. 

Kringvarpsgjald, kunngerðar- og sponsorinntøkur

Inntøkurnar stava í høvuðsheitinum frá kringvarpsgjaldi. Galdandi kringvarpsgjald hjá persónum, virkjum og stovnum hevur verið óbroytt, síðan tað kom í gildi frá 1. januar 2016. Sostatt er gjaldið ikki prístalsjavnað, og hetta setir framleidnisvøksturin undir eitt støðugt vaksandi trýst. Broytingar seinnu árini í samlaðu inntøkunum frá kringvarpsgjaldi stava tískil bert frá broytingum í fólkatali og tali og vavi á virkjum og stovnum. 

Útvarpskunngerðir eru alsamt fækkaðar í tali, so hvørt sum netmiðlar hava vunnið fram, og hendan gongdin tykist at halda fram.
Tað er loyvt Kringvarpi Føroya at hava sponsorinntøkur í ávísum førum. Talan skal vera um serstøk tiltøk, sum verða samskipað við aðrar aktørar, tað kann vera stór og avgerandi ítróttatiltøk, tónleika- ella onnur umfatandi mentanartiltøk.

Niðanfyri sært tú yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur hjá Kringvarpinum seinastu trý árini: 

Ársfrásagnir

Niðanfyri ber til at taka niður ársfrásagnir frá árunum 2014 til og 2022. 

Í ársfrásøgnini kanst tú m.a. lesa um stovnin, leiðslufrágreiðing, roknskap og fíggjarstøðu við árslok á hvørjum ári.

Ársfrásøgn 2022

Ársfrásøgn 2021

Ársfrásøgn 2020

Ársfrásøgn 2019

Ársfrásøgn 2018

Ársfrásøgn 2017

Ársfrásøgn 2016

Ársfrásøgn 2015

Ársfrásøgn 2014

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066

Um kvf css