Hetta eru vit

Um KVFOkkara leiklutur
Hetta eru vit
Kunna teg um deildirnar í Kringvarpinum, leiðsluna og kringvarpsstýrið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2021 - 14:40

Bygnaður

Kringvarp Føroya er sjálvstøðugur, almennur miðlastovnur, sum verður stjórnaður av einum stýri. Vit hava umleið 80 fólk í føstum starvi býtt á fýra deildum:

•           Aktuelt, sum veitir tíðindi og aktualitetssendingar til útvarp, sjónvarp og web

•           Fyrisitingin, ið tekur sær av fíggjarstýring, bókhaldi, spølum, søvnum og øllum starvsfólkaviðurskiftum

•           Tøkni, ið umsitur sendiútgerð, studiosendingar, ritstjórning av sendingum og KT-viðurskifti

•           Mentan, sum ger dokumentarsendingar, tilfar til børn, um tónleik og til tað átrúnaðarliga økið, skrá til sjónvarpið og teksting.


Vilt tú hava samband við eitt av okkara starvsfólkum? Finn starvsfólkayvirlitið niðanfyri. 


Leiðslan 

Ivan Hentze Niclasen er stjóri í Kringvarpi Føroya og byrjaði í starvinum 29. oktober 2018. Kringvarpsstjórin er áramálssettur í 5 ár, men í august 2023 gjørdi kringvarpsstýrið av at leingja setanina hjá Ivani Hentze Niclasen við teimum árum. Við áramálssettum stjórum hjá tí almenna er møguligt at leingja sáttmálan eina ferð.

Les um leiðsluna í Kringvarpinum í leinkinum niðanfyri.


Kringvarpsstýrið

Til tess at tryggja meginregluna um armslongd vísir kringvarpsstjórin til eitt stýri, sum landsstýrismaðurin í mentamálum velur, at hava yvirskipaðu leiðsluna av KVF. Stýrið verður valt fyri fýra ár í senn. Niðanfyri finnur tú meiri kunning og yvirlit yvir, hvør situr í núverandi stýrinum. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. mai
Morgunlestur mikudagur 22. mai 2024
175330
Mikudag 22. mai
LEITISSTEIN 21.05.2024 (Týr)
175393
Týsdag 21. mai
Samværi 036 - at útseta
175144
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066

Um kvf css