Sement

Sement 2024: 2. umfar (2:3)
20-04-2024
2. og síðsta innleiðandi umfar í tónleikakappingini Sement 2024.

Kringvarpið sendir beinleiðis frá 2. umfari av tónleikakappingini Sement, sum verður hildin í Reinsarínum í Havn.

Ungdómstoymið Biit framleiðir beinleiðis sjónvarpssendingina. Biit-toymið stendur fyri øllum. Tað merkir, at alt frá vertum til kamerafólk og framleiðara eru ung fólk, sum eru knýtt at ungdómstoyminum.

Sement

Tónleikakappingin Sement verður fyriskipað á hvørjum ári. Tað er Tórsgøta í Havn, ið skipar fyri. Endamálið við kappingini er at geva einstaklingum og bólkum eina lopfjøl inn á tónleikapallin. Ungdómstoymið BIIT sendir beinleiðis frá Sement. 

Í 2015 høvdu Konni Kass, Sissal Grækarisdóttir Magnussen, Iron Lungs, Tummas Eivind & Hans Arni og Rökkvi spælt seg í Sement-finaluna
02-06-2015
  •