Isak Brisenfeldt: Nøgdur og tó

Isak Brisenfeldt: Nøgdur og tó
Isak Brisenfeldt úr HS vann eina ørgynnu av heiðursmerkjum til FM á stuttgeil, men iðraði seg kortini um, at hann ikki fór avstað við steypinum fyri besta avrik.
13.11.2023 - 15:23

Hann hevur vunnið so nógv heiðursmerki síðstu árini, at hann hevur tikið tey av vegginum og tveitt tey í eina spann, og Isak Brisenfeldt úr Havnar Svimjifelag gjørdi aftur vart við seg á Føroyameistarastevnuni á stuttgeil um vikuskiftið.

Ungi svimjarin vann fleiri enn 20 heiðursmerki, men hann iðraði seg kortini um, at hann ikki rakk steypinum fyri besta avrik, sum Líggjas Joensen fór avstað við.

 - Tað gekk betur, enn eg hevði væntað, men tá tað gekk so væl, hevði eg vilja fingið eitt sindur betri úrslit, so eg eri nøgdur, men ikki nøgdur, segði 17 ára gamli svimjarin.

Líggjas Joensen vann steypið fyri flest AQUA-stig við 721 stigum - eitt frammanfyri Isak Brisenfeldt, sum hevur ment seg frá at vera serfrøðingur í firvaldssvimjing til at vera ein sterkur frísvimjari á longru teinunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211