Grønlendsk vitjan í føroyskum hyli

Grønlendsk vitjan í føroyskum hyli
Grønlendsku systkini, Victoria og Adam Tetzschner, kappaðust í HS-open í Havn um vikuskiftið. Hetta er eftir ætlan byrjanin upp á økt svimjisamstarv í norðurøkinum
02.10.2023 - 18:40

Tað vóru ikki bert føroyskir svimjarar, sum kavaðu í hylin, tá kappingarárið byrjaði vð HS Open um vikuskiftið.

Grønlendsku systkini, Victoria og  Adam Tetzschner, vóru eisini millum tey, sum kappaðust um heiðursmerki í svimjihylinum í Havn.

Ferðin er komin í lag í samstarvi við Havnar Svimjifelag, og peningurin er komin frá høvuðsstaðargrunninum, Nuuk-Reykjavík-Tórshavn.

 - Hetta er ein frálík kapping fyri okkum, tí vit hava líknandi avbjóðingar, sigur Adam Tetzschner, venjari í Nuuk Svømmklub.

Ætlanin er, at føroyskir og grønlendskir skulu kappast í Reykjavík seinni, og at Ísland verður partur av samstarvinum.

 - Vit vóna, at vit kunnu samstarva við íslendingar eisini, sigur forkvinnan í Havnar Svimjifelag, Maria Nielsdóttir.

 - Vit hava havt samstarv fyrr, men tað er dottið niður fyri, men við hesum stuðlinum vóna vit, at tað kemur aftruí aftur, sigur forkvinnan.

Systkini, Victoria og Adam, vóru væl nøgd við kappingina í Føroyum og vunnu samanlagt seks heiðursmerki, fýra silvur og eina bronsu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211