Silvur á heimavølli

Silvur á heimavølli
Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum endaði á øðrum plássi í smálandakappingini, sum var á heimavølli um vikuskiftið. San Marino fór avstað við sigrinum
16.05.2022 - 16:06

Føroyska flogbóltslandsliðið við monnum endaði á 2. plássi í smálandakappingini, sum var í Føroyum um vikuskiftið.

Føroyar taptu í fyrsta dystinum ímóti San Marino fríggjakvøldið, og hóast heimaliðið síðan vann á Skotlandi og Íslandi, eydnaðist ikki at fáa San Marino aftur.

Hóast spælarar og venjari vóru vónbrotnir um ikki at hava vunnið, kappingina, vóru teir kortini væl nøgdir við avrikið.

 - Vit spæla ein góðan dyst ímóti Skotlandi, og í dag vinna vit 3-0 á Íslandi. Beint nú eru vit vónbrotnir um ikki at enda á fyrsta plássi, men í morgin og í næstu viku kunnu vit vera ernir av, at vit endaðu nummar tvey, sigur Thorvald Danielsen.

Teir ungu gjørdu vart við seg

Flogbóltssamband Føroya hevur stórar ætlanir við føroyskum landsliðsflogbólti, og í næstum fara bæði A-landsliðini undir EuroVolley undankappingar fyri fyrstu ferð.

Tí er venjarin, Jens Borg, farin undir at seta saman eitt nýtt lið við nógvum ungum spælarum. Ein av teimum, sum stóð seg væl í smálandakappingini, var 17 ára gamli Bjarni Joensen úr SÍ.

Hann vann heiðurin sum besti spælarin í kappingini. 

 - Eg haldi sjálvur, at tað kundi gingið betur, og eg veit ikki, um tað var heilt uppiborið, men eg eri errin av tí, sigur Bjarni Joensen.

 - Tað er stuttligari at spæla ímóti aðrari mótstøðu, enn henni, sum tú ert vanur við. Vit eru bert fimm lið í Føroyum, so vit spæla ofta ímóti somu mótstøðumonnum. Tað er eisini stuttligt at spæla saman við bestu spælarunum í landinum, sigur ungi spælarin.

Bjarni Joensen hevur longu fingið fyrispurningar úr Danmark, og hann ætlar sær at royna flogið uttanlands. 


Bjarni Joensen úr SÍ ætlar sær uttanlands at spæla flogbólt, tá skúlin er fingin frá hondini
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919