Benjamin Netanyahu: "Trýstið á Hamas skal herðast"

Benjamin Netanyahu: "Trýstið á Hamas skal herðast"
Trýstið á Hamas skal herðast. Tað sigur ísrelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu í einari videorøðu
Benjamin Netanyahu er forsætisráðharr í Ísrael.
 
22.04.2024 - 09:38

- Næstu dagarnar fara vit at økja hernaðarliga og politiska trýstið á Hamas, tí tað er einasti mátin, at fáa ísrelsku gíslarnar leyslatnar, sigur Benjamin Netanyahu, ísraelskur forsætisráðharrin, í einari videorøðu sunnudagin. Tað skrivar CNN

Ísrelski forsætisráðharrin boðaði frá, at tað fara at vera framd fleiri álop, og tey fara at raka ógvusligari, enn álopini higartil hava gjørt. Hann sigur samstundis, at atsóknirnar byrja í næstum. 

Hóast heimsins lond hava mælt frá og beinleiðis hava átalað ætlanini hjá Ísrael, hevur Netanyahu í fleiri umførum sagt, at ísrelski herurin fer at leypa á og fer inn við markið við Rafah.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, er ein teirra, ið hevur heitt á Ísrael um at sleppa ætlanini, tí vandi er fyri, at atsóknin fer at kosta nógvum menniskjum lívi. 

Fyrranáttina vóru í minsta lagið 22 fólk dripin í Rafah av einum ísrelskum loftálopi. 18 teirra vóru børn, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444