- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avtalan um 30 nýggjar leiguíbúðir í Klaksvík, gleðir borgarstjóran
Tað er Tryggingarfelagið LÍV og byggifelagið Kanjon, sum hava gjørt avtalu um byggiverkætlanina.
Íbúðarbygningurin fer at fella væl inn í miðbýarumhvørvið, sigur borgarstjórin.
Bygningurin við 30 leiguíbúðum, handli og skrivstovu, er partur av miðbýarætlanini.
MYND: Tryggingarfelagið Lív
Men í Klaksvík eru tey ikki komin heilt á mál við henni enn.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
Verkætlanin er ment saman við Kanjon og SNA og fevnir um 30 leiguíbúðir og eitt vinnuhøli, sum Nema skal hava handil og skrivstovu í.
Tryggingarfelagið LÍV sigur, at arbeitt verður við at finna smidliga loysn til møguligan bíðilista og umsiting av leigumálunum.
Tryggingarfelagið Lív hevur gjørt avtalur um tilsamans 85 nýggjar leiguíbúðir í Havn og Klaksvík.