Vinus og Vimús fara út at eta inni

Vinus og Vimús fara út at eta inni
Og Vinus og Vimús spæla eisini við høsnarringar.
Vimús etur úti inni.
 
26.04.2024 - 07:00

Viðhvørt kann tað vera hugnaligt at fara út at eta, hóast tú bara fert inn í eitt annað hús at eta. Vinus og Vimús fara eisini út at eta upp á ein sera snildan hátt. Tað er stuttligt og snilt at hava matpakka ella kurv við. Og so .... ja, so ber til at spæla, sum um farið verður út at eta, - inni!
Bókin, sum knappliga dettur úr hillini, er um at eta ertrar.

Og so tá Vimús fer ørindi, kemur Vinurin á vitjan, og tá fara Vinus og Vinurin at syngja og spæla ein góðan sang. Hesa ferð er sangurin um ein høsnarunga og ein annan unga.

At spæla við høsnarringar er eitt stuttligt spæl. Teir eru í nógvum litum. Og øll kunnu spæla við. Eisini bamsur.
Smáteknifilmarnir, ja, teir eru aftur at síggja hesa ferð.
Tíbetur er altíð nógv at tekna hjá Vinusi, og Vimús sigur, hvat hann skal tekna.

Og so: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!

Hvat: Vinus & Vimús
Hvar: í sjónvarpinum og á VIT-appini og kvf.fo/vit
Nær: Í sjónvarpinum í dag kl. 18.30, og longu nú á VIT-appini og kvf.fo/vit
Evni: Út at eta - inni.


* At brúka til etispælið Kurv. Spælimat.
* At brúka høsnarringaspælið: Høsnarringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211