Farleiðin hjá Icelandair skapar nýggjar ferða- og vinnumøguleikar

Farleiðin hjá Icelandair skapar nýggjar ferða- og vinnumøguleikar
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fegnast um nýggju farleiðina hjá Icelandair millum Keflavík og Vágar, tí hon knýtir Føroyar tættari at umheiminum
01.05.2024 - 21:00

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, var staddur á flogvøllinum og tók ímóti fyrsta Dash 8-flogfarinum hjá Icelandair, tá ið tað setti seg í Vágum um middagsleitið.

Nýggja farleiðin hjá Icelandair letur upp fyri nógvum ferða- og vinnumøguleikum, heldur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. 

"Vit fegnast um, at Icelandair nú aftur flýgur til Føroya, tí hetta er við at knýta Føroyar tættari umheiminum, og tað er tað, ið vit ynskja."

Tað eru 20 ár síðani, at Icelandair gavst at flúgva til Føroya. Í roynd og veru, so vóru tað íslendingar, ið gingu á odda at fáa føroyingum loftvegis samband við umheimin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216