Burðardyggi streymurin setti met fyrsta ársfjórðing

Burðardyggi streymurin setti met fyrsta ársfjórðing
71 prosent av streymframleiðsluni hjá SEV vóru úr varandi orku fyrstu tríggir mánaðirnir í ár
Fyrsti ársfjórðingur í ár var góður, tá ræður um grøna orku hjá SEV. (Savnsmynd)
 
02.05.2024 - 13:42

Ongantíð áður hevur SEV gjørt so nógvan burðardyggan streym sum í fyrsta ársfjórðingi í ár.

71 prosent av elframleiðsluni vóru burðardygg.

Í fjør var talið 68 og 61 í 2022.

Eftirspurningurin eftir streymi er vaksin góð seks prosent.

Hann var seks prosent størri í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fyrsta ársfjórðingi í fjør.

Men oljunýtslan er 27 prosent, 2800 tons, minni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216