IRF 45.000 kr. í avlopi í fjør

IRF 45.000 kr. í avlopi í fjør
Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin fekk góð 40.000 tons av burturkasti í fjør, og ein triðingur var endurvunnin
IRF hevur sett sær sum langtíðarmál at endurvinna 50 prosent, brenna 47 prosent og tyrva trý prosent av burturkastinum í 2030.
Mynd: IRF  
 
30.04.2024 - 15:10

IRF hevði 45.000 kr. í avlopi í fjør. Roknað var við 105.000 kr. í avlopi.

IRF hevði aðalfund í dag.

Bruttoúrslitið gjørdist 70,2 mió. kr., sum er 4,7 mió. kr. meira enn í 2022.

IRF fekk 40.298 tons av burturkasti í fjør. Ein triðingur av burturkastinum var endurvunnin.

57,1 prosent vóru brend, 33,5 prosent endurvunnin og 9,4 prosent tyrvd.

 

Kostnaðarstigið merkist

IRF sigur, at hækkaða kostnaðarstigið merkist væl. Tað sæst millum annað í lønar- og rentuhækkingum og prísvøkstrinum á vørum og tænastum.

IRF hevur sett sær sum langtíðarmál at endurvinna 50 prosent, brenna 47 prosent og tyrva trý prosent av burturkastinum í 2030.

Skulu hesi málini røkkast, skulu munagóð átøk gerast næstu seks árini, sigur IRF.

Í fjør gjørdi IRF íløgur fyri 18,6 mió. kr. 

Allar kommunur uttan Tórshavnar kommuna eru í IRF. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Leygardag 25. mai
Morgunlestur leygardagur 25. mai 2024
175333
Fríggjadag 24. mai
Vikuskiftið 24 mei 2024
175553
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555