Svøríki: Tvey børn funnin deyð í forstaði til Stokkhólm

Svøríki: Tvey børn funnin deyð í forstaði til Stokkhólm
Tað var týskvøldið um 20-tíðina, at tvey skúlabørn vóru funnin deyð í Södertälje, sum er ein forstaður til svenska høvuðsstaðin Stokkhólm.
Mynd: Magnus Lejhall/TT/Ritzau Scanpix  
 
24.04.2024 - 09:44

Tað var týskvøldið um 20-tiðina, at løgreglan var boðsend til ein bústað í svenska býnum Södertälje, sum er ein forstaður til svenska høvuðsstaðin Stokkhólm. Tað skrivar svenski miðilin, Aftonbladet

Á bústaðnum vóru tvey børn í skúlalaldri funnin deyð. 

- Vit hava eina góða fatan av, hvat er farið fram, sigur Per Fahlström frá svensku løgregluni við Aftonblaðið. 

Løgreglan kannar hendingina sum grovan kriminalitet, men vil ikki siga meira um málið.

- Serligu umstøðurnar gera, at eg ikki kann siga meira, sigur Daniel Wikdahl, talsfólk hjá politinum.

Tvey fólk, ein kvinna um tey 40 og ein maður um 35 ára aldurin eru handtikin í sambandi við málið. Sambært Aftonbladet er talan um skyldfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444