Landslæknin: Trupulleikar ávirka sjúklingatrygdina á Áargarði

Landslæknin: Trupulleikar ávirka sjúklingatrygdina á Áargarði
Landslæknin staðfesti eftir fráboðað eftirlit á røktarheiminum Áargarði heima á Sandi, at so mikið stórir trupulleikar eru á røktarheiminum, at tað ávirkar sjúklingatrygdina
 
24.04.2024 - 09:55

Landslæknin hevur givið røktarheiminum Áargarði heima á Sandi boð um at handfara heilivág forsvarliga og hava nøktandi journalføring, sjúkrabøkur, og útvega sær samtykki til røkt og viðgerð, sum byggir á upplýsing.

Landslæknin gjørdi fráboðað eftirlit á Áargarði 7. februar. Hann staðfesti eitt nú, at heilivágurin var ikki handfarin nóg væl. Stórur vandi er fyri, at fólk fáa skeivan heilivág, stendur í boðunum til Áargarð. 

Niðurstøðan hjá landslæknanum er, at trygdin hjá teimum, sum eru á Áargarði, er ikki nóg góð, ella, sum tað stendur í boðunum, sum eru á donskum, at "samlet set udgør de større problemer af betydning for patientsikkerheden".

Eftirlitsfrágreiðingin hjá landslæknanum kann lesast her


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444