FM-finalur: Dráttur og Fleyr bresta saman

FM-finalur: Dráttur og Fleyr bresta saman
Dráttur og Fleyr bresta saman í kvøld í fyrstu FM-finaluni í bestu deildini við kvinnum
Dráttur vann steypafinaluna ímóti Fleyr. Hesi bæði liðini hitttast eisini í FM-finalunum
Mynd: FBF  
 
24.04.2024 - 08:16

Dráttur tekur ímóti Fleyr á Giljanesi í kvøld í fyrru FM-finaluni í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnnum.

Fleyr tryggjaði sær seinna finaluplássið við 3-0 sigri á Ternuni á síðsta leikdegi seinasta vikuskiftið, meðan Dráttur hevur ligið fremst mestsum alt kappingarárið. 

Kortini kann roknast við einari spennandi finalu, tí tvær ferðir hevur Fleyr vunnið á Drátti í ár. Tað eru samstundis einastu dystirnir, sum Dráttur hevur tapt.

Liðini hittust eisini í steypafinaluni. Tá vann Dráttur við trimum settum ímóti tveimum.

Spældar verða tvær finalur. Vinna liðini hvør sín dyst – sama hvat settmunurin er – fellur avgerðin eftir sokallað gullsett, sum gongur upp í 15 stig, skrivar Flogbóltssambandið.

Seinna finalan verður í høllini á Hálsi leygardagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444