Flensburg ov sterkt fyri IK Sävehof

Flensburg ov sterkt fyri IK Sävehof
Óli Mittún skeyt seks mál fyri Sävehof, men Flensburg var ov sterkt í fyrru fjórðingsfinaluni í Evropa League og vann 41-30 í Partille. Füchse Berlin spældi javnt ímóti Nantes
Óli Mittún hyggur at, meðan sterka strikan, Johannes Golla, roynir seg
Mynd: EHF  
 
24.04.2024 - 08:28

Óli Mittún skeyt seks mál fyri IK Sävehof, men týska stórfelagið, Flensburg-Handewitt, vísti sína styrki við 41-30 sigri í fyrru fjórðingsfinaluni í European League í Partille.

Stórur áhugi var fyri dystinum, og góðir 4000 áskoðarar sóu Sävehof fylgja við fyrstu løtuna. Kortini gjørdist skjótt greitt, at týskararnir vóru betra liðið, og teir fóru undan. Jóhan á Plógv Hansen sat á beinkinum allan dystin. Sambært portal.fo hevur vongurin ein lítlan skaða at dragast við.

Füchse Berlin bjargaði sær javnleikin í evstu løtu ímóti franska felagnum, Nantes. Hákun West av Teigum og teir vóru frammanfyri mestsum allan dystin - onkuntíð var munurin 5 mál - men síðstu minuttirnar fór Nantes framum. Kortini eydnaðist tað heimaliðnum at javna til 33-33 í síðsta álopinum. Føroyski landsliðsvongurin skeyt tvey mál upp á fýra royndir og spældi meginpartin av dystinum.

Returdystirnir í European League vera um eina viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444