Danski tjóðbankin savnar eldri pengaseðlar inn

Danski tjóðbankin savnar eldri pengaseðlar inn
Danski tjóðbankin savnar nú inn eldri pengaseðlar í Føroyum. Talan er um pengaseðlar frá tíðini beint eftir Seinna heimsbardaga og fram til síðst í 1990'unum.
 
24.04.2024 - 08:22

Danski tjóðbanki savnar nú inn eldri danskar pengaseðlar í Føroyum. Talan er um pengaseðlar frá tíðini beint eftir Seinna heimsbardaga og fram til síðstu í 1990'unum. 

- Orsøkin er, at vit brúka reiðan pening á annan hátt, enn vit hava gjørt. Vit brúka minni og minni reiðan pening, og fólk hava verri við at kenna seðlarnar aftur. Tí kann tað eisini vera torførari at brúka seðlarnar í dag, sigur Niels Kaas, høvuðskassameistari í danska Tjóðbankanum.

Men gomlu seðlarnir høvdu heldur ikki eins góð trygdarelement í sær. 

- Harumframt er ein onnur orsøk til innsavnanina eisini, at vit vilja rudda eitt sindur upp í teimum seðlunum, sum vera brúktir í samfelagnum í dag. Soleiðis kunnu vit eisini sleppa okkum av við nakrar av teimum elstu seðlunum, sum eisini eru lættari at falska, sigur høvuðskassameistarin. 

Gomlu pengaseðlarnir kunnu brúkast fram til 31. mai 2025. Síðani er eitt ár aftrat, har fólk kunnu lata pengaseðlarnar inn til peningastovnar - til í mai 2026.

Tú fært tað fyri seðilin, sum stendur á honum, - altso fyri ein gamlan 100 krónuseðil fært tú 100 krónur.

Høvuðskassameistarin í danska tjóðbankanum heldur, at í summum førum, tá talan er um elstu seðlarnir, loysir tað seg møguliga betri at selja gamlar seðlar sum savningarlut.

Tú kanst lesa meira á heimasíðuni nationalbanken.dk.

Hoyr samrøðu við høvuðskassameistara, Niels Kaas, her: 

1668646

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444