vit_submenu_uv

Mynd

Og mamma!

Tekstur

Elin á Rógvi hevur skrivað bókina Og mamma! Og Elin á Rógvi lesur fyri okkum.

Ein sera skemtilig søga um ein hana í smekkubuksum og ein abba

Omma er farin í song, og hon er fúkandi ill við meg, tí tú hevur oyðilagt henni troyggjuna í vaskimasinuni. So tú vekir hana IKKI,' segði abbin, og nú var fremstifingur beint við nevið á Morgunfríða. 'Hasin hundurin hjá tær er ikki ov klókur. Hann hevur ikki hønuvit og mamma.' 'Er mamma tín eisini tollut?' spurdi abbin. 'Tað er ótrúligt, so ofta tú skalt tosa um mammu mína, kennir tú hana og mamma?' 'Nei, men tú sigur alla tíðina og mamma!' segði abbin. 'Tað geri eg yvirhøvur ikki. Og mamma,' segði Morgunfríði og vendi høvdinum á skák, tá hann hugdi upp á abban. 'Men stuttligt at tú skuldi nevna hana akkurát nú og mamma, tí tað er kakkulárakódagur í dag.'

Ein rúgva av misskiljingum, ein rúgva av hugflogi og ein sera skemtilig søga!

Aðrir partar

Elin á Rógvi hevur skrivað og hon lesur fyri okkum

Vit hoyra 1. part av bókini - Og Mamma! Elin á Rógvi hevur skrivað og hon lesur fyri okkum. Og Mamma! er ein stuttlig bók um ein hana í reyðum smekkubuksum. Vit hitta ommuna, abban, hundin Leika og dreingirnar Viggo og Paula. Fyri einum ári síðani vann Elin á Rógvi barnamentanarvirðisløn M.A. Jacobsen og nú er bókin tilnevnd til mentanarvirðisløn norðurlandaráðsins. Vertur er Jóhan B. Mortensen. Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina.