vit_submenu_uv

Mynd

Anna Frank

Tekstur

Søga í fimm pørtum.

Súsanna Davidsson skrivaði bókina "Anna Frank" eftir vegleiðing hjá Evu Schloss. Pauli Hansen týddi til føroyskt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur góvu út í 2010. Unn Patursson lesur. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina.

1929-1945

Anna Frank var fødd í Frankfurt í Týsklandi. Hon var av jødiskari ætt, og familjan mátti tí flyta til Amsterdam í 1933 fyri at sleppa undan vaksandi nasistiska áganginum í Týsklandi.

Ágangurin móti jødum í Niðurlondum vaks eisini, eftir at landið varð hersett av týskarum, og tí máttu tey krógva seg fyri teimum. Í juli 1942 noyddust tey at búgva í fjaldum rúmum í bygninginum, har pápin, Otto Frank, hevði arbeitt.

Tvey ár seinni, tann 4. august 1944, vóru tey avdúkað og flutt til týningarleguna Auschwitz. Har blivu menn og kvinnur skild sundur og sóu einki til hvønn annan meira. Í oktober sama ár vóru Anna, systirin Margot og Augusta von Pels, sum eisini hevði goymt seg saman við teimum, fluttar til Bergen Belsen.

Mamman, Edith Frank, var verandi eftir í Auschwitz. Í mars 1945 fór tyfus at ganga í leguni og drap 17.000 fangar, harímillum Annu og systrina Margot.

Tær liggja grivnar á ókendum stað í hópgrøv í Bergen Belsen saman við øllum hinum, ið máttu lata lív í týningarleguni.

Anna Frank gjørdist kend av tí, at hon skrivaði dagbók, meðan hon krógvaði seg í Amsterdam. Dagbókin varð funnin í 1946 og givin út. Síðan er hon spæld bæði á palli og sum filmur.

Aðrir partar

Ljóðmynd í fimm pørtum.

Vit hoyra bókina "Anna Frank". Súsanna Davidsson skrivaði eftir vegleiðing frá Evu Schloss. Pauli Hansen týddi til føroyskt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur góvu út í 2010. Finnur Hansen gjørdi ljóðmyndina.