Olympisku ringarnir
Fjórða hvørt ár verða Olympisku Leikirnir hildnir í onkrum stórbýi í heiminum. Býurin er ikki hin sami, men okkurt er hitt sama hvørja ferð, nevniliga olympiska merkið – ringarnir.

Olympisku ringarnar eru altíð við, líkamikið hvar leikirnir verða hildnir. Bæði til vetrar og til summar OL, og her er søgan um ringarnar:

Ringarnir eru fimm í tali, teir hanga saman. Ein bláur, ein gulur, ein svartur, ein grønur og ein reyður og teir liggja á einari hvítari bakgrund.

Tað var barónurin Pierre de Coubertin, sum eisini var við til at endurstovna Olympisku Leikirnar í 1912, sum upprunaliga teknaði merkið.

Orsøkin til at júst hesir litirnir vórðu valdir, var, at hesir litirnir vóru í fløggunum hjá øllum teimum londum, sum tá luttóku í leikunum. Síðan tá eru nýggj lond við øðrum litum komin við, men flaggið er tó ikki broytt.

Í dag sigur Olympiska nevndin, at flaggið við ringunum er við til at styrkja um tankan at OL er ein altjóða kapping har øll lond í heiminum eru vælkomin.