Við Tórði á túri

Við Tórði á gongutúri í Saksun
05-03-2018
Saman við trimum fólkum, ið ganga nógv úti í náttúruni, eru vit vakran gongutúr úr Saksun. Tey hava øll trý serliga verkætlan í náttúruni

Pól Sundskarð, Guðrun Zachariasen og Finleif Mortensen, sum ganga nógv í fjøllunum og hava verið á øllum teimum 340 skrásettu fjallatindunum í Føroyum, greiða frá á vakra gongutúrinum niðan á Høvdan í Saksun og greiða frá.

 

Guðrun Zachariasen, sum býr í Hoyvík, hevur sagt starvið upp sum kommunulækni í Havn, tí hon fer nú saman við øðrum at undir eina verkætlan, har tey skulu kanna hvørja ávirkan matur og rørsla hava á fólk, ið fáa sukursjúku. Í tí sambandi ætla tey at tríggjar bólkar av fólki. Tann eini skal ganga í fjøllunum, ein skal íðka fitness og ein skal einki gera ella broyta. Í Danmark t.d. eru tilburðirnir av sukursjúku tvífaldaðir frá 2000 til 2011.

 

Pól Sundskarð úr Klaksvík fæst nú við ferðavinnu burturav. Hann virkar sum ferðaleiðari og harafturat hevur hann heimasíðuna hiking.fo, har fólk m.a. kunnu gjalda fyri skipaðar gongutúrar kring landið. Í hesum døgum tekur Pól 260 myndir av øllum fjøllum í Føroyum til heimasíðuna. Sostatt kunnu tey, ið ikki hava umstøður at fara í fjøllini, eisini síggja øll fjøll.

 

Finleif Mortensen av Argjum hevur tvey væl útgjørd fototól við á gongutúrinum niðan á Høvdan. Hann hevur givið tvær myndabøkur út og myndakalendara, har íblástur verður givin til gongutúrar kring landið. Finleif málar eisini og fær íblástur til málningalistina í fjøllunum.

 

Uppi á Høvdanum í Saksun er sera gott og vakurt útsýni. M.a. sæst oman yvir øll Vestmannabjørgini, vestur á Víkar og Vágalandið annars og Mykines sæst eisini haðani.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023