Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Eysturoyartunlinum
29-01-2018
Eysturoyartunnilin er størsta samferðsluútbygging í Føroya søgu og bindir miðøkið í landinum saman. Nú vit vitja har eru 3.400 metrar boraðir

Eysturoyartunnilin verður 11 kilometrar langur og saman við Sandoyartunnlinum kostar verkætlanin tilsamans 2,6 milliardir krónur.

 

93 ára gamli Jákup Mikael Mikkelsen á Toftum sigur, at tá hann var smádrongur var eingin brúgv á Toftum, og tí varð róð umborð á postbátin. Fyrsta brúgvin varð gjørd í 1928. Jákup Mikael sigur, at øll tey fyrstu árini hann minnist fór postbáturin til nógvar bygdir eftir at hann hevði verið á Toftum. Hann fór til Glyvrar, Søldarfjarðar, Skála, Strendur, Selatrað, Oyrar, Hvalvíkar, Hósvíkar, Kollafjarðar, Kaldbaks og síðani til Havnar. Tað tók tað mesta av einum degi at fara til Havnar tá. Tá Eysturoyartunnilin er liðugur verða tað bara nakrir fáir minuttir at koyra til Havnar.

 

Sigurd Lamhauge, verkfrøðingur, er ein av teimum í byggileiðlsuni hjá NCC, sum ger Eysturoyartunnilin. Við honum fara vit ein túr í Eysturoyartunnilin av Hvítanesi.  Fyri at geva eitt dømi um støddina á Eysturoyartunnlinum, sigur Sigurd, at vanligir lastbilar skulu gera 150.000 túrar við gróti úr tunnlinum.

 

Norðmaðurin Karl Kristian Ødegården byrjaði sum lærlingur í Norðoyatunlinum og nú borar hann Eysturoyartunnilin. Vit vitja hann í stýrhúsinum á stóru borimaskinuni.

 

Ein annar norðmaður, Reidar Trengereid, fyllir 60 ár í dag, og hann rokast av lívsins kreftum við at løða. Hann hevur ikki talið á, hvussu nógvum tunnlum hann hevur arbeitt í, men heldur at tað man vera umleið hálvthundrað.

 

Áðrenn farið verður oman í tunnilin á Hvítanesi, má trygdarútgerð fáast frá Høgna Joensen, sum er trygdarleiðari hjá NCC.

 

Sigtór Petersen frá byggifelagnum J&K Petersen, sum ger vegirnar uttan um Eysturoyartunnilin, greiðir frá vegagerðini. Hann sigur, at bæði á Hvítanesi, á Strondum og í Rókini í Saltnesi verður rundkoyring gjørd úti í sjónum.

 

Teitur Samuelsen, stjóri í Pf. Eystur- og Sandoyartunnlar, sigur, at alt hevur gingið sum ætlað og boriarbeiðið í tunnlinum verður liðugt fyrrapartin komandi ár og tá verður farið at bora Sandoyartunnilin.

 

Á Strondum vísir Kristian Stórhamar, tekniskur leiðari fyri verkætlanina hjá NCC, okkum niður í tunnilin og ikki minst ta nógv umtalaðu rundkoyringina.

 

Hann sigur, at Eysturoyartunnilin er ikki bara ein stór verkætlan í Føroyum. Verkætlanin Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er størsti tunnilssáttmáli, sum NCC nakrantíð hevur gjørt, og rundkoyringin í Eysturoyartunnlinum er størri enn tær í Noregi.

 

Dia Lamhauge er ein av verkfrøðingunum hjá Landsbyggifelagnum, sum hava eftirlit við arbeiðnum fyri tunnilsfelagið. Hann er uppvaksin í Saltangará, men býr nú í Norðragøtu. Hann er vísur í, at allar Føroyar vinna við einum Eysturoyartunnli.

 

Josefina Strømsten er mamman í íbúðarbarakkunum, sum standa á gamla hondbóltsvøllinum á Strondum. Har eru m.a. 24 kømur og stórur og væl útgjørdur køkur og hugnalig matstova.

 

Otto Dam Vang úr Leirvík koyrir dumpara og ger ymisk onnur arbeiði í tunnlinum. Honum dámar arbeiðið sera væl. Otto sigur, at vaktin er 12 tímar og teir arbeiða í 12 dagar og hava so frí í níggju dagar. 

 

Glyvramaðurin Janus Vang hevur viðlíkahildið borivongin sum mekanikari, men nú er hann komin upp í húsið í borivogninum og borar og stýrir boringini á sínari vakt. Hetta heldur hann vera spennandi arbeiði. Landmátarin hevur gjørt kortið, sum er í telduni í borivogninum og sigur, hvar borast skal. Janus heldur, at tá hugt verður eftir ferðslumynstrinum, er tað rætt at gera undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina.

 

Jóannes Joensen koyrir eina stóra gummiged og lessar grót upp í dumpararnar. Hann hevur arbeitt í tunnli í tilsamans 28 ár, 18 ár hjá NCC og frammanundan arbeiddi hann 10 ár hjá Landsverki.

 

Í sendingini verður tosað við hesi fólk í sendingini:

Jákup Mikael Mikkelsen
Sigurd Lamhauge
Høgni Joensen
Karl Kristian Ødegården
Reidar Trengereid
Sigtór Petersen
Teitur Samuelsen
Kristian Stórhamar
Dia Lamhauge
Josefina Strømsten

Otto Dam Vang
Janus Vang
Jóannes Joensen

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023