Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Svínáum
18-09-2013
Í hesari sendingini vitjar Tórður Mikkelsen í lítlu bygdina Svínáir, sum er við Sundalagið eysturoyarmegin

34 fólk búgva í Svínáum í dag, men eingin av teimum er eftirkomari hjá niðursetufólkunum. Øll eru tilflytarar, men tey trívast væl í hesi lítlu bygdini í Eiðis Kommunu.

Í sendingini greiðir Jóan Jacob Højsted, sum vaks upp í Svínáum, frá bygdini saman við Regini Ellingsgaard, sum hevur búð her síðani miðskeiðis í sjeytiárunum.

Vitjað verður eisini á alistøðini, har fýra mans arbeiða, á klippistovuni í bygdini og hjá einum hjúnum úr Klaksvík, sum hava gjørt nógv burtur úr urtagarðinum og økinum uttan um húsini. Granni hjá teimum er filisoffurin Jógvan Hansen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tjørnuvík er ein av okkara perlum, sum samstundis hevur eina ríka søgu. Tjørnuvíkingar hava varðveitt kingosangin, men har er eisini mangt annað
22-02-2021
Gomlu býlingarnir í Fuglafirði vóru fýra í tali, og uppi við Garð er tann næstelsti, sigur 93 ára gamli Evald Johannesen, sum vaks upp í býlinginum
08-02-2021
Stakkur á kvøldskúlanum í Havn, hummarafiskiskapur á Árnafirði og ullarbeiði á Eiði eru evnini í dag, og eldsálirnar eru fólk í høgum aldri
01-02-2021
Í Sandoyartunlinum hava teir drigist við nógvar lekar í seinastuni. Kortini verður koyrandi undir Skopunarfirði sum ætlað seinast í 2023
25-01-2021
Tað gongur við fullari ferð at bora og spreingja undir Skopunarfirði. Um minni enn trý ár verður Sandoyggin partur av meginøkinum
18-01-2021
Á hvalastøðini við Áir arbeiddu yvir hundrað mans tá mest var at gera. Hvalastøðin er týðandi partur av søguni í Sundalagnum
11-01-2021
Í dag fara vit kring landið á gátt hjá listafólkum, ið dagliga sita við pensli í hond og máling og fáa sínar tankar og hugskot á lørifið
23-11-2020
Eitt av húsunum í elsta býlinginum í Norðragøtu er Pershús, har 13 børn vóru í húsinum. Vit hoyra um lívið í Pershúsi og í býlinginum sum heild
16-11-2020
Oyrasund sigur føroyingum nakað heilt serligt. Á stóra studentagarðinum her búgva nógvir hundrað føroyingar. Vit hitta nakrar av teimum á hesum túri
09-11-2020
Føroya Húsarhaldsskúli í Klaksvík hevur eina drúgva søgu. Samstundis sum nýggi skúlin verður fyrireikaður, er eitt lívligt skúlaskeið júst nú
02-11-2020
Bæði Kinabrekkan og Mattalág hava eina serliga søgu aftanfyri navnið. Tey, ið eru uppvaksin her, hava nógvar at siga frá á hesum túri
26-10-2020
Í koronatíðini hevur eitt rák tikið seg upp, har fólk vilja uppliva sjógvin á ymsan hátt. Kajakkir og aðrar flótandi fjalar eru daglig sjón
19-10-2020