Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Svínáum
18-09-2013
Í hesari sendingini vitjar Tórður Mikkelsen í lítlu bygdina Svínáir, sum er við Sundalagið eysturoyarmegin

34 fólk búgva í Svínáum í dag, men eingin av teimum er eftirkomari hjá niðursetufólkunum. Øll eru tilflytarar, men tey trívast væl í hesi lítlu bygdini í Eiðis Kommunu.

Í sendingini greiðir Jóan Jacob Højsted, sum vaks upp í Svínáum, frá bygdini saman við Regini Ellingsgaard, sum hevur búð her síðani miðskeiðis í sjeytiárunum.

Vitjað verður eisini á alistøðini, har fýra mans arbeiða, á klippistovuni í bygdini og hjá einum hjúnum úr Klaksvík, sum hava gjørt nógv burtur úr urtagarðinum og økinum uttan um húsini. Granni hjá teimum er filisoffurin Jógvan Hansen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í mai verða 75 ár síðani seinni veraldarbardagi endaði, og tosað verður við fólk, ið minnast kríggið og við søgufrøðing, ið lýsir kríggið
27-04-2020
Í nógvar øldir tæntu føroysku húsdjórini trúliga okkara forfedrum. Nú eiga einstaklingar lívið í teimum sum eftir eru og onnur eru farin
20-04-2020
Evnið á hesum túrinum er koronasmittan. Kortini er tað ikki so nógv sjúkuna, tosað verður um, men meira við fólk, ið eru ávirkað av smittuni
06-04-2020
Tveir veiðihugaðir brøður í Vestmanna, útróðrarbáturin Norðan í Klaksvík og opni báturin Tusk hjá gamla djóralæknanum eru evnini í sendingini í dag
30-03-2020
Vakra bygdin Dalur er tann syðsta í Sandoynni. Vegurin gjøgnum bergið er ótíðarhóskandi, og tey gleða seg nógv til at dalstunnilin verður liðugur
23-03-2020
Sluppin Jóhanna er 136 ára gomul og í samfull 124 ár hevur hon havt heimstað í Vági. Í dag verður sluppin tikin upp og vit nakrar eldsálir
16-03-2020
Hoyvík er bara tað sum er innanfyri gomlu bøgarðarnar, sigur gamli útvarpsmaðurin Janus Mohr í Hoyvík. Alt tað nýggja omanfyri er Hoyvíkshagin
09-03-2020
Ein av býlingunum í Vági er Toftalíð, ið er fyrst tú kemur til Vágs, eftir Marknoyri. 101 ára gamli Poul Olsen og onnur siga livandi frá
02-03-2020
Býlingurin í Líðini er langur og er ein av fleiri býlingum í Kollafirði, ið er longsta bygd í landinum. Í sendingini greiða bæði eldri og yngri frá
24-02-2020
Á hesum túri hitta vit fólk, ið hava náttarvakt og syrgja fyri, at samfelagshjólini eisini snara meðan øll hini sova
17-02-2020
Hesa tíðina av árinum fagna tey á Hellunum sólini, sum hevur verið burtur í tríggjar mánaðir. Hellurnar er ein av okkara yngstu niðursetubygdum
10-02-2020
Í hesum seinna partinum av túrinum á Glasi vitja vit m.a. serbreytina, búskaparbreytina og yrkisnám. Áskoðanirnar um spennandi bygningin eru ymiskar
03-02-2020