Tey stóru orðini

Tey stóru orðini: Men størstur er kærleikin (3:3)
19-05-2014
Trúgv, vón og kærleiki, men størstur er kærleikin. Triðja og seinasta sending í røðini um kærleika

Í fyrra brævi til Korintmanna stendur at lesa kærleikans kapittul og tað eru føgur orð. Men hvat er kærleiki ? Vit tosa um kynsligan kærleika og tráan, vinalag og passión. Men hvat er Eros og Agape og platónskur kærleiki.

Sagt verður, at Guð er kærleiki og vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst. Theodor Eli Dam Olsen, prestur, greinar hugtøkini aftur til teir gomlu grikkarnar fram til nýggja testamentið og gjøgnum evropeiska søgu.

Tey stóru orðini

Savnssending Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi. Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig? Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.
Faðir vár er bøn biðin av mongum menniskja. Lærusveinarnir bóðu Jesus læra teir at biðja. Hann svaraði teimum við bønini Faðir vár
06-02-2014
Job misti ikki seg sjálvan ella Guð burtur í øllum sorgarleikinum
23-01-2014
Hvør var Job og kann søgan hjá Job siga okkum nakað í dag?
16-01-2014
Á jólum hoyra vit mong stór og hábærslig orð, men hvat merkja hesi orð?
19-12-2013
Eru deyðssyndirnar horvnar? Eru tær í dag bert tóm orð og hugtøk ella eru tær til, men í nýggjum hami?
12-12-2013
Eru deyðssyndirnar horvnar? Eru tær í dag bert tóm orð og hugtøk ella eru tær til - men í nýggjum hami
05-12-2013
Eru deyðssyndirnar horvnar? Eru tær í dag bert tóm orð og hugtøk ella eru tær til, men í nýggjum hami
28-11-2013
Eru deyðssyndirnar horvnar? Eru tær í dag bert tóm orð og hugtøk ella eru tær til, men í nýggjum hami
20-11-2013
Eru deyðssyndirnar horvnar? Eru tær í dag bert tóm orð og hugtøk ella eru tær til, men í nýggjum hami
14-11-2013
Eru deyðssyndirnar horvnar? Eru tær í dag bert tóm orð og hugtøk ella eru tær til, men í nýggjum hami
07-11-2013
  •