Skil fiskin!

Skil fiskin! - Vitanarstríðið 1 (7:9)
24-04-2017
Hanus Hansen og Magni Skaale grundgeva, hvussu vitanin hjá reiðarum og fiskimonnum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.

Fiskivinnan er torskild. Sera torskild.

Og hóast flestu føroyingar vita eitt sindur um fiskivinnuna, so eru tey fá í talið, ið kunnu kalla seg serfrøðingar í fiskivinnu.

Summi luttaka dúgligari í kjakinum enn onnur. Eitt nú fiskimenn, reiðarar, búskaparfrøðingar og lívfrøðingar. Men hesir serfrøðingar í fiskivinnu eru ofta so ósamdir, at ikki er tað lætt hjá vanliga borgaranum - ella politikarum - at taka dagar ímillum, hvør hevur rætt, ella hvat slag av vitan skal viga tyngst í fiskivinnupolitisku avgerðunum. Í dag hoyra vit ein fiskimann og ein reiðara greiða frá, hví vit skulu lurta eftir teimum, tá ið avgerðirnar um fiskivinnu skulu takast. Í næstu sending tosa vit við ein búskaparfrøðing og ein lívfrøðing.

Eingin veit meir um fiskiskap enn fiskimenn. Magni Skaale er sjómaður. Í dag starvast hann í oljuvinnuni, men hann hevur eisini 25 ára royndir sum dekkari, stýrimaður og skipari í fiskivinnuni. Fiskimenn eru úti á havinum í upp til 300 dagar um árið, og tí hevur eingin líka góðan førleika at eygleiða, hvat gongur fyri seg sjónum. Í dag er tað ein stórur trupulleiki, at politiska skipanin ikki í nóg stóran mun lurtar eftir fiskimonnum, heldur Magni Skaale. Dømi eru um, at tað, sum sæst við berum eygum á sjónum ikki verður tikið í álvara í embætisverkinum.

Besta dømi um, at politisku ætlanirnar ikki eru í trá við praktiska veruleikan, er undirtøkan, sum tykist at vera millum politikarar um at fara frá fiskidøgum til fiskikvotur. Kvoturnar síggja vakrar út á pappírinum, men veruleikin er tann, at fiskidagaskipanin er meira fleksibul hjá vinnuni at arbeiða undir, sigur Magni Skaale.

Og verður vitanin hjá fiskimonnum ikki tikin í álvara, og kvotaskipanin verður sett í gildi, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar, tí fiskimenn í summum førum fara at kenna seg noyddar at blaka fisk út aftur.

Meðan fiskimaðurin hevur eina serliga vitan um gerandisdagin á sjónum, leggja reiðarar serliga dent á tær avbjóðingar, sum ein fiskivinnunýskipan kann hava fyri skiparaksturin. Og sjálvsagt veit eingin meir um fiskiveiðurakstur enn ein reiðari. Hanus Hansen er reiðari og stjóri á JFK Trol í Klaksvík. Hann heldur, at politikarar eisini mugu lurta eftir reiðarum. Í dag verður sjónarhornið hjá reiðarum ikki tikið í nóg stórum álvara, heldur hann. Eitt dømi um er, at eingin reiðari slapp upp í fiskivinnunýskipanarnevndina, sum handaði landsstýrismanninum í fiskivinnumálum eitt tilmæli í heyst.

Men fiskivinnunýskipanin snýr seg um annað enn fiskiskap og virkisrakstur. Orsøkin til, at vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan frá komandi ári er, at løgtingið í 2007 metti, at fiskivinnan sum heild kann fáa betri vinning, og at hesin vinningur í størri mun skal koma samfelagnum til góðar.

Hanus Hansen heldur eisini, at samfelagsbúskaparlig atlit skulu takast í sambandi við fiskivinnunýskipanina. Hann viðurkennir, at reiðarí av góðum grundum eru skrúvað soleiðis saman, at tey fyrst og fremst hava egnan vinning fyri eyga. Men reiðarar eru eisini áhugaðir í at koma við einum íkasti til samfelagið, sigur hann. Tað týdningarmesta frá reiðarasjónarhorninum er at vinnan hevur tryggar karmar. Og afturfyri tryggu karmarnar og langtíðarrættindini er tað rætt, at reiðarar gjalda aftur til landið.

Ein áskoðan, sum Magni Skaale kann taka undir við. Ein útbreidd misskiljing, er at samfelagið onkursvegna er fyri vanbýti, tá ið vinnan hevur stóran vinning. Hevur vinnan tað gott, hevur samfelagið tað gott, heldur hann. Men hóast teir báðir halda, at tey, sum dagliga virka í fiskivinnuni kunnu koma við einum týdningarmiklum íkasti til kjakið, so eru teir kortini sinnaðir at byggja brýr til sonevndu frøðingarnar. Tað tænir ongum endamálið, at vinnan og frøðin liggur í hvør síni veit...

Fyrimunurin av at binda teoretiska og praktiska vitan saman er stórur heldur Magni Skaale. Fiskimaðurin ger tær flestu eygleiðingarnar á sjónum, men lívfrøðingurin kann gera royndir av eygleiðingunum, skráseta og skipa eygleiðingarnar, samanbera við ástøði og við onnur støð í heiminum. Trupulleikin er, at frøðingarnir ikki tykjast at hava neyðuga tilfeingi ella amboðini at eftirkanna eygleiðingarnar, sum vinnan ger.

Illa ber til at koma uttan um, at vinnan í sínum grundvølli fyrst og fremst er áhuga í at vinna pening, og at grundgevingar í fiskivinnukjakinum soleiðis kunnu verða merktar av tí.
Men fiskimenn og reiðarar hava, sum eingi onnur, førleika at vísa á, hvussu nýggjar reglur innan fiskivinnuna fara at rigga í praksis. Fiskimaðurin er tann, sum dagliga skal virka og trívast í fiskiskapinum. Reiðarin skal áhaldandi leggja langtíðarætlanir um skiparakstur og íløguvirksemi. Tí má vinnan kunna liva við broytingunum, sum koma í 2018.

Í næstu sending spyrja vit ein búskaparfrøðing og ein lívfrøðing, hví vit skulu lurta eftir teimum í sambandi við fiskivinnunýskipan.

Skil fiskin!

Sending frá 2017.  Tíðin gongur og lógin um vinnuligan fiskiskap, sum størsta vinnan í Føroyum hevur virkað eftir í góð 23 ár, liggur í andaleypi. Føroyar skulu hava nýggja fiskivinnuskipan frá 1. januar 2018. Hetta hava vit hoyrt nógv um seinastu tíggju árini. Men hvussu eru vit komin higar? Hví hava vit í so langa tíð kjakast um hesa góðu nýskipan? Og hvat er tað, kjakast verður mest um, bæði millum politiskar flokkar og í almenninginum? Hesum spurningum fara vit at royna at svara í eini røð av sendingum um fiskivinnunýskipanina næstu vikurnar.
Politikarar tykjast rættiliga avgjørdir. Men hvussu vita teir, hvat er rætt og hvat er skeivt í sambandi við fiskivinnunýskipanina?
04-05-2017
Petur Steingrund og Herit Albinus grundgeva, hvussu vitanin hjá lívfrøðingum og búskaparfrøðingum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
26-04-2017
Hanus Hansen og Magni Skaale grundgeva, hvussu vitanin hjá reiðarum og fiskimonnum er viðkomandi í fiskivinnunýskipanarkjakinum.
24-04-2017
Týðandi partur av fiskivinnukjakinum í hesum døgum er um, hvussu stóran part av fiskirættindum einstøk reiðarí skulu sleppa at hava.
20-04-2017
Fiskivinnukjakið hevur verið nógv merkt av spurninginum um uppboðssølu av veiðirættindum. Men hvørjir er fyrimunir og vansar við uppboðssølu?
12-04-2017
Fleiri politikarar ætla at skifta dagar út við kvotur í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvørjir eru fyrimunir og vansar við eini slíkari avgerð?
10-04-2017
Fiskivinnan kann vera burðardygg á ymiskar mátar. Men í summum førum stríðir eitt slag av burðardygd móti øðrum
05-04-2017
Allir politisku flokkarnir leggja dent á lívfrøðiliga burðardygd í eini komandi fiskivinnuskipan. Men hvussu kann málið røkkast?
03-04-2017
Fiskivinnunýskipanin er ein avleiðing av eini røð av hendingum seinastu 50 árini. Sendingin setir nútíðina í samband við søguligu hendingarnar
29-03-2017