- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frá fyrsta Smirli til í dag
Suðuroyggin er ein bæði týðandi og søguligur partur av føroyskari samferðslusøgu, og tað verður serliga suðuroyarsiglingin, sum verður umrødd í sendingini hesuferð.
Tað verður serliga tann Smyril, sum varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1967, sum verður umrøddur hesuferð, men vit fregnast eisini hjá Álvur Danielsen um deksbátarnar Skort og Staksafoss; Finnleif Durhuus sigur okkum søguna um Hovsvegin, og Tórleif Augustinussen sigur okkum um ferðina við Gamla Smirli í 1949, tá ið skipið misti dampin og var í havsneyð. Tórleif, sum tá var 19 ára gamal, var, saman við mammu síni, millum ferðafólkini.
Úr savninum hava vit funnið tvær upptøkur, onnur teirra er ein samrøða við bedingsmeistaran Jógvan Hansen, sum varð gjørd stutt eftir at Smyril var farin av barkastokki í 1967, meðan hin samrøðan er við Poul Mohr, ið minnist aftur á tíðina, tá ið skipasmiðjan bygdi Smyril.
Kári Thomassen sigldi í mong ár sum kokkur við fleiri av Smyrlunum. Og vit tosa við Kára um umstøðurnar umborð á triðja ferðamannaskipinum við navninum Smyril.
Í 1967 var tað ikki bara ein nýggjur Smyril, sum fór í sigling, stavsetingin varð eisini broytt frá Smiril til Smyril. Vit spyrja Jógvan í Lon Jacobsen um søguna um hesar báðar stavsetingarnar.
Vit hitta eisini Sofus Jacobsen, sum eftir at hava siglt við Gamla Smirli eitt stutt skifti, fór umborð á Dagstjørnuna.
Tú kanst hoyra sendingina her!