Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag - 12. sending
24-04-2021
Nýggja flaggskipið Pride kemur á Klaksvík og fyrsti tunnilin í Føroyum, Hvalbiartunnilin, verður tikin í nýtslu

Í 1960-árunum verður føroyska samferðslukervið munandi útbygt, og í hesari fyrstu sendingini um sekstiárini, sigur Jógvan Ravnsfjall, søgukønur, okkum søguna um ferðamannaskipið Pride, ið J. F. Kjølbro lat byggja í 1961, og vit hitta eisini kvívíkingin, Sofus Jacobsen, sum í nøkur ár var skipari á Pride.
Í 1963 letur Hvalbiartunnilin, ið er fyrsti tunnilin í Føroyum, upp fyri almennari ferðslu. Vit hitta Sniálv Røvilsberg, ið sigur okkum søguna um útróðrarbátin Jóhanna, ið eisini varð brúktur til sjúkraflutning millum Hvalba og Tvøroyri, fyri Hvalbiartunnilin lat upp.
Vit spyrja Jógvan í Lon Jacobsen, professara í málfrøði, um tey ymisku orðini, ið hava verið brúkt fyri tunlar. Eisini fáa vit ein samandrátt av einari reportagu, sum Lias í Rættará gjørdi, meðan Hvalbiartunnilin stóð í gerð.
Í 1961 verður farið undir Hvalbiartunnilin, sum verður tikin í nýtslu í 1963.
Jens Hákun Leo er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur harumframt lisið løgfrøði og hevur hjánám í søgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Eisini hevur hann latið úr hondum bókina Alt ger mun. Eitt stutt brot úr Hvalbiar søgu. Vit hitta Jens Leo, sum vit eitt nú spyrja hví Hvvalbiartunnilin gjørdist hin fyrsti í Føroyum.
Eisini hitta vit Rudolf Joensen, sum sigur frá einum forkunnugum busstúri í Mercedes Benz O319 bussinum hjá Hans Erik Mortensen frá Tvøroyri til Hvalbiar, tá ið Hvalbiartunnilin var nýggjur.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Frá fyrsta Smirli til í dag

Frá fyrsta Smirli til í dag er sendirøð, ið lýsir føroyska samferðslusøgu í 125 ár.
Tveir serstakir Volvo bussar við hvør sínari spennandi søgu. Annar er í dag partur av Danmarks Jernbanemuseum í Odense, og hin varð keyptur frá Simon Spies
24-03-2022
Hóast fyrsta rutan hjá Bygdaleiðum byrjaði í 1979, var tað í 1980-árunum, at Bygdaleiðir menti seg til eina týðandi bussleið um alt landið
17-03-2022
Føroyska tyrluflúgvingin, ið var undir støðugari menning í 1980-árunum, fekk alstóran týdning fyri útoyggjarnar og smáplássini
10-03-2022
Leirvíksbergholið, ið varð tikið í nýtslu í 1985, fekk stóran týdning. Og hvørjar eru avbjóðingarnar, tá ið tú skalt koyra eina stóra maskinu í ringastu líkindum?
03-03-2022
Byrgingin um Haraldssund, sum varð kosin eitt fløkt stríðsmál, Kunoyartunnilin, vegurin til Múla og nýggj Terna um Leirvíksfjørð
17-02-2022
Vit taka saman um 1970-árini og seta skjøtil á 1980-árini í samfelagshøpi og tá ið talan er um samferðslu
10-02-2022
Tað var mangan bítandi kalt hjá monnunum, sum gróvu kava. Ferjulegan og umstøðurnar á Toftum. Og søgulig samrøða um fyrstu ljóskurvarnar í Havn
03-02-2022
Ritan kemur í 1971 og Ráðið fyri ferðslutrygd verður stovnað í 1976
27-01-2022
Farið varð undir at gera veg um fjallið, men tá ið saman um kom, varð tunnil gjørdur millum Sandvík og Hvalba
20-01-2022
Útoyggjarnar eru ein serlig avbjóðing í føroyskari samferðslusøgu, og í dag verður kósin sett til tvær teirra, nevniliga Skúvoy og Dímun
13-01-2022
Nógv stendur á landsstýrinum, suðuroyingar mótmæla, og skjóttgangandi tvíkiljan Hornøy kemur til landið
09-12-2021
Byrgingin um Hvannasund fekk sera stóran týdning, fyrst og fremst fyri Hvannasund og Viðareiði, men eisini fyri Klaksvík og norðurøkið yvirhøvir
02-12-2021