|
Søren Rasted vaknar við, at 50 ára gamli kroppurin kennist illa viðfarin. Nú skal okkurt henda: Hann gevst at roykja og minkar um tað váta slagið - men átti hann kanska eisini at givist at eta dýr? Fyri veðurlagið, dýrini og sína egnu skyld? Og vil hann vera ein av hinum, "veganarunum"? Hvat inniber tað at vera veganari, hvat er tað gott fyri - og ber tað til at vera eitt sindur av einum veganara? Rasted hittir fólk, sum eru ymisk á máli. Hetta snýr seg ikki einans um kjøt, men eisini um veðurlag, kropp og mentan, temaleygardagur um tað stóra tíðarrákið : veganismu.
|