Nón

Edmund gevur Edfríð heiðurin
07-06-2019
Søgan um "okkara mann á Christiansborg" er eisini søgan um oyrardrongin, sum rakk upp á ovastu tindar

 Onkuntíð kann eg undrast á, at ein slíkur sum eg kann hava havt øll hesi størvini.

Edmund Joensen hevur havt øll tey fremstu og týdningarmestu álitisstørvini, sum ein føroyskur politikari kann ynskja sær.

Hann var Føroya løgmaður í størstu krepputíð í nýggjari tíð. Hann hevur verið løgtingsformaður, og nú er hann valdur á fólkating fyri fjórðu ferð.

Hann viðgongur, at hann hevur runnið sum fluga í fløsku stóran part av lívinum, og tí hevði tað ikki borið til uttan konuna Edfríð.

Hoyr prátið við Edmund Joensen, sum varð gjørt dagin eftir, at hann vann fólkatingssessin aftur. Síðst politiska starvið, sum hann fer at røkja, tí hann stillar ikki upp aftur til løgtingsvalið.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022