Nón

Farin frá - og skrivar sum svakur
14-05-2021
Tríggjar bøkur eru komnar út eftir Martin Næs eftir einari viku, og fleiri eru á veg

Eg eri líka við at siga, at eg arbeiði sum svakur, men nú avgeri eg sjálvur, hvat eg geri, nær eg møti upp, og nær eg gevist.

Martin Næs fór hefyri frá fyri aldur sum mentanarstjóri í Mentamálaráðnum, og longu nú eru komnar tríggjar bøkur eftir hann. Og fleiri eru á veg, sigur Martin, sum millum annað hevur týtt tríggjar skaldsøgur eftir Gyrðir Elíasson.

Savnið "Myndir við tíð í" eru egnar yrkingar hjá Martini. Tann fyrsta yrkingin kallast Ytri-tjarnir og tann síðsta kallast Villingadalsvegur. Tað eru mørkini, sum yrkingasavnið ferðast ímillum, og fjøruti yrkingar eru millum tey bæði mørkini í ávikavíst í Islandi og Føroyum.

Hetta eru myndir við tíð í, tað eru myndir, sum er royni at endurgeva fyri teimum, sum vilja lesa. Tað eru løtur í lívinum, sum eg havi upplivað, greiðir Martin Næs frá.

Martin Næs er útbúgvin bókavørður, og helst er hann kendastur sum landsbókavørður, sum hann var í 20 ár, áðrenn hann skifti og bleiv mentanarstjóri í Mentamálaráðnum. Spurdur hví hann fór úr bókasavninum inn í politiska embætisheimin, svarar Martin:

Spurningurin er, hvussu leingi man kann vera leiðari. Man hevur skrivað hesi somu brøvini til myndugleikarnar, og tað hendi ikki nógv. So hugsaði eg við mær sjálvum, at kanska skuldi eg bara søkt hatta deildarstjórastarvið og svarað upp á míni egnu brøv.

Svarið lýsir kanska bæði tað spakføra og beinrakna, sum eisini eyðkennir yrkingasavnið, Myndir við tíð í.

Hoyr alla samrøðuna við Martin Næs her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022