- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Fyri 50 árum síðani - 14. maj í 1971 - bleiv felagið Javni sett á stovn.
Felagið, sum foreldur og avvarðandi at børnum og vaksnum við menningartarni settu á stovn, hevur havt stóran týdning fyri umstøðurnar hjá menningartarnaðum í Føroyum, tí varpað vit í Nón ljós á arbeiðið og søguna hjá felagnum.
Søgan hjá Javna er eisini søgan um ein part av okkara veikastu borgarum, sum vit ikki høvdu umstøður til at taka okkum av her í Føroyum, og sum vit heilt inntil 1973 sendi av landinum til stórar stovnar í Danmark.
Í hesu sending tosa vit við Karina Kjølbro og Helenu Samuelsen, tvær teirra, ið vóru við til at stovna Javna.
Karin Kjølbro varð sett sum sosialráðgevi hjá Andveikraverndini í 1969, og fekk sum høvuðsuppgávu at fáa føroyingar við menningartarni heim aftur til Føroya fyrst í 70-unum.
Helena Samuelssen er mamma at menningartarnaðu gentu, Janu, sum ikki varð send av landinum í 1960´unum, og Helena gjørdist fyrsta forkvinna í Javna.
Lurtið eftir teirra frásagnum í sendingini.