Nón

Nógv list undir hamaran
07-05-2021
Ynskir tú tær eitt listaverk eftir eitt av stóru samtíðarlistafólkunum í Føroyum er møguleiki at ogna tær hetta.

Leygardagin skipar Fountainhúsið fyri listauppboðssølu í auluni í Finsen, og millum listafólkini handan tey umleið 60 listaverkini, sum fara undir hamaran eru okkara størstu.

- Listafólk eru sera røsk at siga ja til at taka lut; kanska tí tey sjálvi eisini fáa nakað burturúr, sigur Súna Mørk, leiðari í Fountainhúsinum.

- Tað er ikki so, at tey donera teirra list til endamálið, men heldur at peningurin, ið kemur inn fyri søluna, verður deildur millum tey og okkum, soleiðis at øll fáa nakað burturúr.

Sjálv uppboðssølan byrjar klokkan 14 leygardagin, men frá kl 12 er gjørligt at síggja listaverkini.

Listafólkini, ið taka lut, eru millum onnur hesi:
Rannvá Kunoy, Hansina Iversen, Andrias Andreasen, Joel Cole, Ásla Rannvá Svensson, Oggi Lamhauge, Hergerð Joensen, Eyðun av Reyni, Astrid Macdonald, Bárður Jákupsson, Finleif Mortensen, Birgit Kirke, Jón Magnus Joensen, Elin P.Andreasen, Frits Johannesen, Fríða Brekku, Hilmar Højgaard, Jórun Dánialsdóttir Poulsen, Livar Nysted, Maria Smith, Pól Skarenni, Zacharias Heinesen, Lív Arge, Sámal Toftanes, Janus á Húsagarði, Edith Mørkøre, Silja Strøm og Edvard Fuglø.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022