Nón

Helgi hevur skrivað søguna hjá Runavíkar kommunu
29-04-2021
"Av tinghellu á Førjaklettin" er heitið á stóra verkinum um Runavík og allar bygdirnar í kommununi

Helgi Jacobsen hevur skrivað ikki færri enn 17 bøkur, síðan hann gavst sum journalistur fyri 15 árum síðan.

- Hetta er eitt arbeiði, sum øll onnur. Eg fari til arbeiðis klokkan átta um morgunin, og so arbeiði eg sum oftast til klokkan fýra, sigur Helgi Jacobsen, tá ið hann verður spurdur, hvussu hann hevur skipað seg hesi árini.

Nú er útkomin bókin Av tinghellu á Førjaklettin, har søgan hjá Runavíkar kommunu verður lýst á 1240 síðum í trimum bindum. Bókin var løgd fram á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.

Runavíkar kommuna sá dagsins ljós, tá ið Nes Sóknar kommuna slitnaði í 1967, og kommunan er sostatt farin um tey hálvt hundrað árini.

Hoyr alla samrøðuna við Helga Jacobsen, sum kemur víða um.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022