Nón

Týdningarmikið at geva næmingunum góðar fyrimyndir
15-04-2021
Hugtakið "hetja" kann eisini brúkast í fólkaskúlanum, eitt nú til at skapa góðar fyrimyndir, halda tveir lærarar

Vit lýsa hugtakið hetjur hesa vikuna í Nón, og hetju-hugtakið kann og verður eisini brúkt í fólkaskúlanum, vísa Jónleif Johannesen, varaskulastjóri í Skúlanum við Løkin og Beinta Vang serlærari og AKT-lærari í Skúlanum á Skúlatrøð.

Hetjur ella fyrimyndir eru eitt nú eru partar av søguundirvísing og mállærugreinunum, og á hendan hátt hoyra næmingarnir um fólk, sum á ein hvønn hátt hava havt serligan týdning, og kunnu gerast fyrimyndir, siga tey.

"Ein góður háttur, at læra næmingunum eitt nú søgu, er at nýta søguforteljing um persónar, tí tá verður søgan livandi og fangandi", vísur Jónleif Johannesen á.

Lurtið eftir samrøðuni, har Jónleif Johannesen og Beinta Vang hugleiða um, hvussu fólkaskúlin arbeiðir við hetjuhugtakinum og við at geva næmingum góðar fyrmyndir, og hvussu hetta eitt nú kann nýtast til at skapa trivnað.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022