Pól vann DM í vektlyfting

19.09.2021 - 11:15
Ítróttur
Pól vann DM í vektlyfting
Seks føroyingar eru við til DM og higartil hava trý vunnið heiðursmerki.
Pól Heindrikur Andreasen


Pól Heindrikur Andreasen, gjørdist í gjár danmarksmeistari í olympiskari vektlyfting.
Hann vann gull í vektflokkinum niðanfyri 73 kilo.
Pól Heindrikur lyfti 90 kilo í trekk og 115 kilo í vend og stoyt.

Hoyr samrøðu við Pól Heindrik Andreasen við at trýsta á pílin.


Í alt seks føroyingar eru við í  kappingini.
Niels Áki Mørk vann silvur í bólkinum niðanfyri 67 kg. Hann lyfti 83 kilo í trekk og 100 kilo í vend og stoyt.
Anna Kristina Niclasen vann bronsu í samlaðu kappingini fyri kvinnur niðanfyri 64 kg. Anna Kristina gjørdist nummar fýra í kappingini í trekk, har hon lyfti 74 kilo. Men við 99 kilo í vend & stoyt vann hon munin aftur.
Í dag kappast Sofus Bech í bólkinum hjá monnum niðanfyri 96 kilo.
DM-kappingin endar í dag.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652