Stúra fyri, at Askja fer at goysa aftur

17.09.2021 - 18:27
InnlendisSamfelag
Stúra fyri, at Askja fer at goysa aftur
Vatnajøkul

Í Íslandi eru ábendingar nú um eitt nýtt eldgos í økinum norðanfyri Vatnajøkul, har Askja-eldstøðin er.  Askja er virkin og goysir einar tvær ferðir fyri hvørji 100 ár. Hon goysti seinast í 1960'unum, og nú hevur Íslendska veðurstovan mátað økt virksemi í Askju aftur. 

Talan kann vera um vanligt gos, men eisini um spreingigos sum ávirkar flogferðslu, sigur Bergur Hermans Bergsson, sum arbeiðir á íslendsku veðurstovuni.

Gosið í Geldingadali goysir framvegis

Eldgosið í Geldingadali á Reykjanesi er nú longstlivandi eldgos í Íslandi í 21.øld. 181 dagar eru síðani tað fór at goysa, - tað var 19.mars. Sostatt er metið hjá Holuhrauni, sum var 180 dagar, tikið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585