Gestastovan

GESTASTOVAN: Nú koma tey heim aftur at búgva...
26-07-2021
Staddur í Onglandi og á einum vegamóti, men samkyndi Eiler Fagraklett vildi ikki lata eg kúga og tók støðuna, at tað mest rættvísa er, at Føroyar broyta seg. Og ikki hann.

Tí kom Eiler Fagraklett heim aftur eftir loknan lestur. Ynskiliga støðan við mentanarligum og lógarligum javnrættindum kom tó ikki av sær sjálvum. Hann tók ábyrgd, bretti upp ermar og tók eitt tørn sum talsmaður fyri LGBT, ið vardi í tíggju ár. Ein kann kalla tað eitt mannarættindastríð.
Sjálvur er hann í dag fegin um, at tilkomin fólk nú flyta heim aftur til Føroya at búgva. Føroyar eru fyri stóran part blivið eitt stað, har samkynd og aðrir kynsligir minnilutir kunnu vera trygg, í hvussu so er samanborið við fyrr. Tó er ikki heilt komið á mál. Framvegis hendir tað, at ung fólk taka seg sjálvi av døgum, tí tey verða happaði, ella kenna seg uttanfyri.


Og framvegis hendir tað eisini, at Eileer sjálvur er fyri ágangi. Í sendingini verður hann millum annað spurdur, um hann hevur stórt sjálvsálit og góða sjálvsmynd, nú hann megnaði at standa upprættur í mótvindi í so nógv ár.
Gestastovan 26. juli 2021.

 

Gestastovan

Nøkur av Fólksins rødd evnunum frá 2009-2011 verða lýst av nýggjum í elllivu sendingum av Gestastovuni. Men eisini verður tosað um annað, nú hvør luttakari fær eina heila útvarpssending til at greiða frá í. Harafturat verða brot úr 'Fólksin Rødd' upprunasendingum og tónleikur at hoyra.
Fyri Gunnar Justinussen var tað ikki ein spurningur um fyri ella ímóti koronusjúkuni, men hvussu skjótt vit góvu okkum undir krøvini frá yvirvaldinum. Tað er eitt av evnunum.
05-09-2022
Í almenninginum er hon kend sum eitt av undangongufólkunum í kristinpoppi. Í 2009 var hon við í sjónvarpssrøðini 'Fólksins rødd', har hon greiddi frá sínum sannføringum.
29-08-2022
Fríðhild Winther í Skopun var í 2011 við í 'Fólksins rødd' sjónvarpsrøðini, har hon sýndi okkum sítt sera fjøltáttaða lyndi sum álvarsama, stuttliga, og umsorganarríka kvinnu.
22-08-2022
Sakaris Zachariasen var útróðararmaðurin í 'Fólksins rødd' sjónvarpssendingunum í 2011. Tá fíltist hann á fíggjarligu úrtøkuna og er eisini lastbilførari í dag.
15-08-2022
Súsanna Olsen er stjórnmálafrøðingurin sum undirvísir á Setrinum og stillar upp politiskt. Frá 1982 til 2011 hevði hon bústað í Danmark, men longsulin rak hana heim aftur.
08-08-2022
Gestur er Ingi Sørensen, sum tók lut í sjónvarpsrøðini 'Fólksins rødd' í 2011. Hann er íðin gittaristur, kavari, og myndamaður. Vit tosa við hann um tíðina fyrr og nú.
01-08-2022
Sigur klaksvíkingurin Sonhard Johannesen, sum í 2011 var við í 'Fólksins rødd' sjónvarpsrøðini, har hann slóg eitt slag fyri Klaksvík, og segði sushi ikki hóska sum føði.
25-07-2022
Gestur er útbúðni bóndin, Arnfríð V. Hentze, ið var luttakari í sjónvarpsrøðini 'Fólksins rødd' í 2011. Í dag býr hon í Syðrugøtu og vónar at Suðuroyartunnilin verður gjørdur.
18-07-2022
Gestur er vinnulívsmaðurin Dánjal Petersen, ið var luttakari í sjónvarpsrøðini Fólksins rødd í 2011. Moralskt sæð var hann rættiliga avgjørdur, men er hann tað framvegis?
11-07-2022
Gestur er vinnulívsmaðurin Hanus Samró, ið var luttakari í sjónvarpsrøðini 'Fólksins rødd' í 2010. Tá leyp hann hvøkk á onkran, men heldur hann tað sama í dag?
04-07-2022
'Gestastovan' 1/10: Luttakarar í SV-røðini 'Fólksins rødd' vitja sendingina hetta summarið. Katrin Kallsberg var við í fyrra umfarinum í 2011 og hetta er eitt framhald í 2022.
27-06-2022
Tí grøvin hjá Hovgrími, høvdinga, finst í Hovi, átti hann at verið størsti átdrátturin í føroysku ferðavinnuni, heldur Júst Johannesen frá felagnum Víkingaskip.
06-09-2021