Gevast at kanna við markið 1. august

bannari
04.07.2021 - 14:33
Innlendis
Gevast at kanna við markið 1. august
- Vit standa á gáttinini til at røkka floksimuniteti í Føroyum, sigur farsóttarnevndin
Michael Boolsen er fúti og formaður í farsóttarnevndini.

1. august skulu fólk, sum koma til Føroya ikki longur kannast fyri koronu tá ið tey koma. Tað hevur farsóttarnevndin avgjørt.

Tað merkir, at øll, sum koma til Føroya loftvegis ella sjóvegis eftir 31.juli ikki longur skulu lata seg kanna. Yvirskipaða metingin er,  at tað er ráðiligt at sleppa hesum kravinum tá, tí við núverandi gongd metir farsóttarnevndin, at so nógv fólk eru koppsett í Føroyum 1. august, at talan er um floksimunitet, sigur Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini.





 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585