Uppskotið er klárt - tingfundur í morgin

15.06.2021 - 13:24
InnlendisPolitikkur
Uppskotið er klárt - tingfundur í morgin
Í løtuni er ivasamt, um nóg stórur meiriluti verður í tinginum at vikja frá tíðarfreistini at viðgera uppskotið um undantøk
Helgi Abrahamsen hevur fingið grønt ljós frá landsstýrinum at leggja uppskotið fram

Landsstýrið samtykti fyrrapartin, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, kann leggja uppskotið um undantøk í Almannaverkinum, tá verkfall er, fyri tingið.

Tingfundur er lýstur at vera í morgin klokkan 11, og tá verður uppskotið lagt fram.

Fyri at fáa málið avgreitt sum skjótast, er neyðugt at víkja frá tíðarfreistini, og til tess krevst, at tríggir fimtapartar av løgtinginum atkvøða fyri. Neyðugt verður tí eisini við atkvøðum úr andstøðuni.

Men í løtuni er ivasamt, um tað fer at eydnast.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava gjørt greitt, at teir taka ikki undir við at víkja frá tíðarfreistini. Framsókn vil síggja innihaldið í uppskotinum, áðrenn støða verður tikin.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Helga Abrahamsen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585