Súni Selfoss: Støðan er álvarslig

15.06.2021 - 10:19
InnlendisSamfelag
Súni Selfoss: Støðan er álvarslig
Fakfelagssamstarvið á almenna arbeiðsmarknaðinum viðger støðuna, nú landsstýrið ætlar at leggja upp í verkfallið
Fakfelagssamstarvið á almenna arbeiðsmarknaðinum hevur fund um støðuna, og væntandi kemur ein niðurstøða fyri døgurða

- Eingin niðurstøða er gjørd enn, men hetta er ein ógvuliga álvarslig støða.

Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum. nú feløgini í almenna fakfelagssamstarvinum viðgera støðuna, eftir at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur boðað frá, at ætlanin er fara í tingið við uppskoti um at lóggeva fyri undantøkum í Almannaverkinum, tá verkfall er.

Hann sigur, at hetta stigið er álop á verkfalsrættin.

Hoyr samrøðu, sum Arnfríð Joensen Dahl gjørdi við Súna Selfoss og Óluvu í Gong, forkvinnu í sjúkrarøktarfrøðingafelagnum.

Fakfelagssamstarvið kemur væntandi til eina niðurstøðu fyri døgurða.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, segði fyri løtu síðani við útvarpið, at lógartænastan hevur hugt uppskotið ígjøgnum, og hann væntar, at tað verður borið í løgtingið seinnapartin. Fyrst skal landsstýrið tó tosa saman.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858