Nøgd hóast tap

13.06.2021 - 15:20
ÍtrótturFótbóltur
Nøgd hóast tap
Føroyar taptu í dag móti Litava í finaluni í Baltic Cup
Lene Terp, landsliðsvenjari. Savnsmynd

Venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, Lene Terp, er nøgd við úrslitið, hóast kvinnurnar taptu 2-0 í finaluni móti Litava í Baltic Cup fyrr í dag. 

Litava legði seg framum í dystinum, tá eitt gott korter var spælt, og tíggju minuttir fyri leiklok økti Litava um leiðsluna til 2-0, sum eisini var endaliga úrslitið. 

Í hálvfinaluni, sum varð spæld hósdagin, vann Føroyar á Estlandi eftir brotssparkskapping.

Trýst á pílin undir myndina fyri at hoyra samrøðuna, sum Arnfríð Joensen Dahl gjørdi við Lene Terp, landsliðsvenjaran hjá føroysku kvinnunum, beint eftir dystarlok.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819