MEGD stúrir fyri pedagogverkfalli

13.05.2021 - 16:32
InnlendisSamfelag
MEGD stúrir fyri pedagogverkfalli
Eingin trygd er fyri teimum túsundtals limunum hjá MEGD, fara pedagogarnir í Føroyum í verkfall, sigur MEGD

Felagið, MEGD, stúrir fyri, at pedagogarnir í Føroyum fara í verkfall, nú Semingsstovnurin er boðsendur í samráðingunum millum Pedagogfelagið og Lønardeildina.

Tað ger MEGD hóast formaðurin í Pedagogfelagnum í gjár segði við útvarpið, at stríðsstig verða ikki tikin, so leingi sáttmálin er galdandi.

Eingin trygd er fyri teimum túsundtals limunum hjá okkum, endar tað við, at pedagogarnir í Føroyum fara í verkfall, sigur Tóra við Keldu, forkvinna.

Umleið 4.000 limir eru í teimum 24 limafeløgunum í MEGD, sum við støði í ST-sáttmálanum arbeiðir fyri, at fólk, sum bera brek, fáa javnrættindi í samfelagnum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652