Færri koyra í Eysturoyartunlinum halgidagar

03.05.2021 - 16:03
InnlendisSamfelag
Færri koyra í Eysturoyartunlinum halgidagar
Minni ferðsla var í Eysturoyartunlinum í apríl enn í mars

211 færri bilar koyrdu í Eysturoyartunlinum í miðal um dagin í apríl samanborið við mars.

Í apríl koyrdu 4.086 bilar í miðal gjøgnum tunnilin um dagin. Í mars var talið 4.297 bilar.

Eisini í Norðoyartunlinum og Vágatunlinum koyrdu færri bilar í apríl samanborið við mars.

Í Norðoyartunlinum vóru 473 færri bilar, og í Vágatunlinum vóru 176 færri bilar um dagin.

Páskirnar og dýri biðidagur vóru í apríl, og tí var minni ferðsla í Eysturoyartunlinum, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í p.f Eystur- og Sandoyartunlum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832