Gaïni: Kalt vatn í blóðið

16.04.2021 - 18:58
InnlendisHeilsa
Gaïni: Kalt vatn í blóðið
Tað er sjáldsamt at fólk gerast sjúk av listeriu, men tá sjúkan endiliga rakar, er hon lívshættislig
Shahin Gaini, yvirlækni í infektiónsmedisini á Landssjúkrahúsinum
Mynd: Leivur Thomsen  

Shahin Gaïni er yvirlækni í infektiónsmedisini. Hóast vit herfyri hoyrdu, at ein matvørufyritøka hevði sent laks fongdan við listeriubakteriu í handlarnar, kann Gaïni fortelja, at tey, sum er, ikki hava nakrar sjúklingar við "listeriosu", sum sjúkan kallast, ið listeriabakterian er atvoldin til.

Í 11 ár hevur Shahin Gaïni arbeitt sum lækni í infektiónssjúkum, og alla hesa tíðina hevur hann bara upplivað trý fólk, sum vóru álvarsliga sjúk við listeriubakteriu. So hetta er ein sjáldsom sjúka, og Shahin mælir frá at loypa framav orsakað av tilburðinum við listeriufongdum laksi.

Men, leggur hann afturat, at tað er jú sera umráðandi at fylgja leiðbeiningunum frá heilsumyndugleikunum (les HFS), tí listeriosa er ein sera álvarsom sjúka, tá hon rakar, og deyðiligheitin er stór.

Vikuskiftissendingin var á gátt á Landssjúkrahúsinum og prátaði við Shahin Gaïni, yvirlækna í infektiónsmedisini, um listeriubakteriu og eitran av henni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819